Eg eri professionellur dansari og persónligur venjari við 15 ára royndum.
Dansiundirvísing og fitness er tað, eg starvist við dagliga. Serligir førleikar eru kropsrørslur, fimi og venjing við høgum intensiteti.
Vælkomin á mína heimasíðu getfit.pt. Her kanst tú lesa meira um, hvat eg kann bjóða tær innan venjing og dans!
Eg bjóði persónliga venjing í BURN Fitness í miðbýnum í Tórshavn. Seinnu árini hava fleiri enn 40 fólk vant hjá mær. Hoyr nærri um, hvat eg kann bjóða tær, og hvat kundarnir hava at siga um venjingina, við at trýsta á "les meira".
GET IN SHAPE við Annu og Dianu er skeiðið til kvinnuna, sum vil koma í form og trimma kroppin.
Skeið verður hildið í samstarvi við Annu Kalsø og BURN Fitness.
Við tveimum ymiskum útbúgvingum innan dans og nógv ár á baki sum professionellur dansari, kann eg bjóða bæði bólkum og einstaklingum og frálæru i dansi.