DANSUR


Innan dans bjóði eg bæði einstaklingum og bólkum frálæru í dansi. Eisini undirvísi eg ymsum aldursbólkum  á Føroya Fólkaháskúla.  



SØGAN 

Í 2007, flutti eg til Danmarkar, har eg byrjaði mína dansiferð á Flowdance Academy. 


Eftir tíðin á Flowdance Academy var eg á Hotstepper Dance Education í eitt ár, frá 2011-2012. 


Eg havi arbeitt sum yrkadansari frá 2012 - 2017 runt í heiminum; París, New York, Marokko, Svøríki, Norra og Italia. 

TILBOÐ INNAN DANS 
 

Á FØROYA FÓLKAHÁSKÚLI 

https://www.haskulin.fo/ 

 
Vikuskiftisskeið 

Á vikuskiftisskeiðunum á háskúlanum læra luttakarnar nýggjar dansiseriur og hvussu tú sjálv/ur setur eina koreografi saman. Harafturat verður arbeitt við upphiting, grundrørslum og at strekkja út. 

Skeiðini verða hildin fýra ferð um árið - fylg við á heimasíðu teirra fyri at frætta um komandi skeið. 


Føst dansiundirvísing 
Hvønn mikudag er dansiundirvising. Undirvísing er til allar aldursbókar. 


HJÁ BURN FITNESS 

https://burn.fo/polterabend/ 


Polterabend 

Hevur tú vinfólk,sum skulu ganga saman í hjúnarband? Burn Fitness bjóðar ymiskar pakkar til tess. Umvegis tey bjóði eg dansiundirvising har tit læra eina nemma, festliga seriu. Undirvísingin er í 30 minuttir, og nógvur látur kemur fram, tá øll skulu vísa síni nýlærdu dance moves. 


ONNUR TILBOР


Privata undirvísing 

Til hann ella hana, sum vil taka sín dans til tað næsta stigi. 


Um tú t.d. skalt til eina audition ella á dansiútbúgving, ella um tú vilt royna ein dansitíma púra sjálv áðrenn tú meldar teg til eitt dansiskeið - er hetta nakað fyri teg. 

Send mær eini boð á diana@getfit.pt fyri at frætta nærri. 


SOLEIÐIS SIGA KUNDARNIR

___

"Diana har vært med i Fairytales Showcrew, som danser og koreograf i 10 år. Hun er en fantastisk dyktig danser, og en super koreograf, som virkelig brenner for det hun gjør. Elevene våre i Fairytales elsker henne og det er stort å få være med i hennes koreografier. Hun er også en meget dyktig instruktør som alltid er glad, inspirerende og samtidig pusher deg dit du må for å bli en bedre danser."

Siw Anja, Fairytales

____

"Vit lokkaðu Dianu at koma út á Glasir at undirvísa tríggjar flokkar í hip-hop nakrar ferðir. Tað skein týðiliga ígjøgnum, at Diana brennir fyri dansi og at undirvísa. Hon fangaði allar næmingarnar beinanvegin við sínum smittandi, góða humøri, dugna og entusiasmu. Tímarnir vóru sera væl bygdir upp, og hon dugdi væl at finna niveauið hjá næmingunum og tillaga undirvísingina, so øll vóru við og vóru aktiv og smílandi."

Eystein, Glasir

___

"We have known Diana Hansen for several years. At first, as a student at our dance studio - Hotstepper. Now she is part of our faculty of teachers. She is a very dedicated teacher; always enthusiastic and encourag-ing the students beyond their comfort zone. She is always very punctual, reliable, and prepares each class in detail. She wants to give her best and make her students the best! We love working with Diana at Hotstepper and she always exceeds our expactatitions."

Karen & Joel, Hotstepper

Copyright © Alle rettigheder forbeholdes