UM SKEIÐIÐ

Set teg sjálva fremst nakrar tímar um vikuna og kom við til skeið við Annu og Dianu! Skeiðið er einans fyri kvinnur og hevur sum fremsta endamál at trimma og styrkja kroppin!


Luttakaratalið er avmarkað, og vit leggja okkum eftir at veita persónliga vegleiðing til hvønn einstakan luttakara.


Vit venja í felag – tríggjar ferðir um vikuna í 75 minuttir í BURN í miðbýnum. Vit leggja stóran dent á góðsku og venja konditión, styrki og fimi, í einum jaligum og stuðlandi umhvørvi.


BURN+ hald er íroknað í skeiðstíðini, so tú kanst eisini venja sjálvstøðugt út yvir liðvenjingina ella nýta gosbað og hitarúm aftaná venjing.


UM ANNU

Anna hevur starvast í fitnessentri í Svøríki í yvir 10 ár og seinastu 5 árini verið liðvenjari á venjinarstøð í Føroyum. Serligir førleikar eru styrkivenjing, kroppsrørslur og at leggja venjingina til rættis eftir tí einstaka.


UM BURN FITNESS

BURN Fitness er nýmótans venjingarmiðstað í miðbýnum í Tórshavn, sum bjóðar frálíkar karmar til venjing í bólki.

GET IN SHAPE


GET IN SHAPE við Annu og Dianu er skeiðið til kvinnuna, sum vil koma í form og trimma kroppin.  


Skeið verður hildið í samstarvi við Annu Kalsø og BURN Fitness.

HVAT ER GIS?
· Venjing einans fyri kvinnur
· Uppstrammandi heilkropsvenjingar
· Aldursmark er 16 ár
· Einans 22 pláss


PRÍSIR

Kostnaður: 3.000,-

(íroknað limahald í Burn Fitness)


Ert tú limur í Burn er kostnaðurin 2.700,-


KEYP SKEIÐIÐ HER:

https://burn.fo/getinshape/


SOLEIÐIS SIGA KUNDARNIR

___

"GIS hevur verið akkurát nakað fyri meg, tí eg manglaði okkurt fyri at koma í gongd aftur eftir barnburðarfarloyvi. GIS venjarnir hava frá fyrstu venjing vegleitt hvussu rørslurnar skula gerast og harvið fáa mest møguligt burturúr hvørjari venjing. Tað følist, sum tú hevur ein persónligan venjara til GIS tímarnar. Mær hevur dámað væl variatión-ina av hvørjum venjingartíma, og eg føli, at allur kroppurin fær nakað burturúr - eisini tá eg havi havt ilt í knænum og ikki kann gera onkra búkvenjing. Tillaging er til hvønn tíma, so øll kunna verða við, og tær eru skjótar at hjálpa, um tú ivast í onkrum. Eg havi havt eina avbjóðing við deildum búkvøddum og endiliga føli eg, at eg kann arbeiða við teimum aftur og dagliga pínan í rygginum er vekk. Eftir GIS føli eg meg sterkari, lættari og nógv betur fyri. Og sum nakað eyka, so sita klæðini hjá mær eisini betur. Eg kann viðmæla GIS skeiðið til allar kvinnur, í øllum aldri og øllum støddum."

Helena av Reyni

Copyright © Alle rettigheder forbeholdes